
Ventilatión og hitapumpa í einum í nýggjum vinnubygningi
Byggiár: 2021
Upphiting: Ventilatiónshitapumpu
Hitaskipan: Gólvhita
Kostnaður: 75.000 u/mvg við ventilatión
Stødd: 149 kvm
Húski: Handil
Bústaður: Norðskála
Eigarar: Regin Thomsen
Orkusøga dagførd: 2025
Optikarin Regin Thomsen, hevur eftir 10 ár í optikarahandli í Tórshavn, bygt sær egnan verkstað og handil – eina brillusmiðju á handilsøkinum á Norðskála. Bygningurin, sum varð tikin í nýtslu á sumri 2021 er bygdur sambært byggireglugerðini, sum kom í gildi 1. januar 2017, og er tí rímiliga væl bjálvaður og tættur. Bygningurin er 149m2 við møguleika at gera høli umleið 80m2 í loftshæddini til eitthvørt endamál. Ein ventilatiónshitapumpa kundi fáast fyri 75.000 kr (uttan MVG), og tá var ventilatión við, eisini ein eind til upphiting av luft, sum verður blást inn í bygningin. Hendan skipan varð tí vald og hevur roynst væl, tó at orkunýtslan teir kaldastu mánaðirnar er nakað stór. Ein orsøk er helst at loftið er ikki liðugt bjálvað.

Hitanýtslan juli 2021 – desembur 2024 sæst í mynd niðanfyri. Tað sæst týðoligur samanhangur millum útihita og elnýtslu til upphiting. Samlaða árliga nýtslan seinastu 3 árini liggur um 7.000 kWt. Gev gætur at hetta er orkunýtslan bæði til hita og ventilatión, men umráðandi er at fylgja við orkunýtsluni. Í apríl 2024 var hitapumpan steðgað upp, og hitin er tá komin frá elpatrónini, sum eisini sæst á elnýtsluni.
Brúkar tú eisini hitapumpu?
Hevur tú eisini umvælt eitt gamalt hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.