Innihitan fært tú úr føroysku luftini og jørðini – og her fært tú føroyska vitan um hitapumpur

Óhefta vitan um hitapumpur.

Á hesari síðuni er vitan tøk hjá teimum, sum umhugsa, hvussu húsini skulu hitast. Hvør besta loysnin er, veldst um hús og umstøður. Vit savna tí royndir frá ymsum húskjum við ymsum tørvi, sum hava valt ymisk sløg av hitapumpum. Eisini ber til at gera orkumetingar og samanberingar fyri tíni egnu hús, umframt at síggja mátingar fyri nøkur hús.

Orka.fo er ein óheft síða. Vit savna royndir og vitan, og royna ikki at selja tær nakað.Vit taka fegin ímóti spurningum. Teir verða svaraðir av fólki, sum arbeiða við orku á Umhvørvisstovuni.   

Hava tit hitapumpu? So vilja vit fegin sleppa at deila tykkara royndir við onnur. Send okkum eini boð. Orkudeildin á Umhvørvisstovuni arbeiðir fyri at menna grøna og burðardygga, føroyska orku, og orka.fo er ein partur av hesum arbeiði.

Søgur

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.

Grøn orka

Niðanfyri sæst yvirlit yvir beinleiðis framleiðslu framleitt av sólorkuskipanini, á Umhvørvisstovuni.

{{ numberWithCommas(live_energy) }} W

Beinleiðis orka

{{ numberWithCommas(year_energy) }} kWh

Higartil í ár